Vilt tú skriva fyri Gaming.fo?


Fylgir tú við hvat hendir innanfyri gaming, og dámar tær at skriva? So vil Gaming.fo ordiliga gjarna hava teg at skriva her á heimasíðuni!

Á Gaming.fo eru tíðindi um videospøl hvønn dag, og tú kanst verða við til at mynda tær greinar sum upptraðka. Um tú fylgir við í spæl ídnaðinum, og hevur hug og tíð at skriva okkurt lítið av og á, ert tú vælkomin at gera tað á Gaming.fo!

Um tú kundi hugsað tær møguleikan at skriva alment á einum staði har fólk síggja tað, er Gaming.fo upplagt. Heimasíðan hevur upp ímóti túsund vitjandi um mánaðin. Um tú ert áhugað/ur, so sig mær frá gjøgnum eitt PM ella í viðmerking niðanfyri.
09/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Gameplay úr Mass Effect: Andromeda


Vit hoyrdu fyrstu ferð í fjør um komandi spælið í Mass Effect røðini. Tað eitur Mass Effect: Andromeda, og gongur fyri seg í okkara nærmastu galaksu, Andromeda.

Fyrstu trý Mass Effect spølini gingu øll fyri seg í okkara egnu galaksu, Mjólkavegnum. Men í komandi spælinum síggja vit rasur vit longu kenna, so sum menniskju og krogans, so onkursvegna hava fólk megna intergalaktiska ferðing.

Í nýggjasta trailer sært tú heilt fitt av gameplay úr spælinum, og tað minnir uppá nógvar mátar um tað vit kenna. Tú sært trailaran niðanfyri. Mass Effect: Andromeda kemur út tann 31. mars til PC, PlayStation 4, PlayStation 4 Pro og Xbox One.

08/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Eitt oyðilagt Hyrule í Zelda: Breath of the Wild


Næsta ár kemur aftur eitt spæl sett í The Legend of Zelda universinum. Tað eitur Breath of the Wild, og er sett til at koma út til næsta konsolið hjá Nintendo, sum eitur Nintendo Switch.

Konsolið varð avdúkað fyri tveimum mánaðum síðani, og er eitt slag av konsol-handheld hybrid. Næsta Zelda spælið verður óivað ein av stóru drívmegunum sum skal fáa fólk at keypa eitt Switch.

Í einum nýggjum trailer fyri Breath of the Wild síggja vit hints til universið tað gongur fyri seg í, men einki konkret um søgu. Tó er landslagið nakað oyðilagt og dapurt. Spurningurin er, um hetta er nakað sum hendir í spælinum, ella um tað er dapurt tá tú byrjar.

Tú sært trailaran niðanfyri. The Legend of Zelda: Breath of the Wild kemur út næsta ár.

07/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Trailer: Mads Mikkelsen í Death Stranding


Skjótt síggja vit kanska tað heilt stóra meistaraverkið hjá ikoniska japanska spæl mennara Hideo Kojima. Hann er nemliga í holt við at menna eitt spæl, Death Stranding, hjá sínum heilt egna nýggja studio.

Kojima hevur leingi verið kendur sum maðurin handan Metal Gear røðina, men í fjør varð hann koyrdur úr Konami. Tí byrjaði hann sína heilt egnu fyritøku, Kojima Productions. Fyrsta spælið har frá verður Death Stranding, sum verður ekslusivt til PlayStation 4.

Spælið hevur stjørnuleikara Norman Reedus, og nú er eisini avdúkað at danski sjónleikarin Mads Mikkelsen er við. Hann upptraðkar í nýggjasta trailer fyri spælið, sum tú sært niðanfyri.

06/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Náttúruvanlukkur komnar til Cities: Skylines


Eitt nýtt DLC er komið til býar-byggingar spælið Cities Skylines. Tað eitur Natural Disasters, og kemur við einari rúgvu av náttúruvanlukkum sum kunnu totalt destruera tín bý.

Uppdateringin varð avdúkað fyri trimum mánaðum síðani, og er nú komin út. Hon ger, at vanlukkur kunnu raka tín bý við tilvildarligum millumbilum, og so noyðist tú altso at planleggja hvussu tú og tínir borgarar hándtera hetta. Alternativt kanst tú sjálv/ur velja at blaka meteorar, tornadoar, tsunamiir og allan lort eftir tínum egna býi, um tú følir teg serliga sadistiskan onkran dagin.

Launch trailer fyri Cities: Skylines Natural Disasters er niðanfyri, og hann minnir um ein góðan gamlan náttúruvanlukku film.

05/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

The Last of Us: Part 2 er avdúkað


Tað eru trý ár síðani, at The Last of US varð útgivið til PlayStation 3. Tað tók øll við storm, og søgan um Ellie og Joel fekk spælið til at vinna eina rúgvu av virðislønum. Undirritaði heldur sjálvur, at hetta er eitt av bestu spølunum eg havi spælt.

Spælið hevði so kempustóra succes, at sjálvandi má mann vænta ein tveyara. Hann er nú avdúkaður, og tú sært avdúkingar trailer niðanfyri.

So manglar bara at síggja, um spælið livið upp til tað fyrsta.

04/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Final Fantasy XV live-action trailer


So er tað endiliga komið út. Final Fantasy XV varð útgivið fyri nøkrum døgum síðani til consoles.

Final Fantasy: Crazy Hair and Super Friendship Road Trip Simulator snýr seg um prinsin Noctis og hansara vinmenn sum eru á einum episkum ævintýri fyri at vinna trúnuna aftur til Noctis. Eitt stórt tema í spælinum er vinarbandið millum hendan kjarnu-bólkin av persónum sum spælarin stýrir í bardagum, og hesin live-action trailarin avspeglar eisini tað. Hann eitur Stand Together, og snýr seg um at standa saman sum vinir móti avbjóðingum. Passaliga cheesy.

Stand Together trailarin sæst niðanfyri. Final Fantasy XV er komið út til PlayStation 4 og Xbox One.

03/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Nýggjur bani kemur ókeypis til Titanfall 2 multiplayer


Fyri einum mánaða síðani kom Titanfall 2 út, uppfylgjarin til upprunaliga spælið sum kombinerar infantry-action við stórar mechs.

Hesuferð hevði spælið ein single-player campaign, og hon fekk góða móttøku fyri at vera innovativ og stuttlig at spæla ígjøgnum. Undirritaði er samdur.

Men sjálvandi er multiplayer aftur ein stórur partur av Titanfall 2. Nú er komin ein uppdatering til hendan partin, nemliga við einum heilt nýggjum bana sum eitur Angel City. Og einki við at tú noyðist at keypa hann við einari micro-transaction. Tú sært ein trailer fyri Angel City uppdateringina niðanfyri.

02/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða [1] 2 3 4 5 6 ... 220 221 222 >