Stór uppdatering til Pokémon GO


Kempustóra dillan síðsta summar var Pokémon GO, spælið til smartphones har tú kanst fanga pokémons í veruliga heiminum. Hóast spælið bleiv mest populera mobil spælið nakrantíð, so er populariteturin bara dalaður síðani tá.

Skjótt kemur tó ein stór uppdatering, sum kanska ger at Pokémon GO aftur verður spælt av fleiri fólki úti í summarveðrinum.

Skjótt verða allir Gyms fyribils lukkaðir, og so koma stórar broytingar. Har verður í framtíðini bara pláss fyri seks pokémons á hvørjum Gym, men tú skalt ikki longur trena ein Gym upp við prestige fyri at fáa meira pláss. Har verður eisini bara pláss fyri einum einkultum pokémon av hvørjum slagi, so har verða ikki Gyms sum bara eru mannaðir av dragonites.

Nokk mest spennandi uppdateringin er “raids”. Av og á broytist ein Gym til eitt kempustórt egg, har ein kraftigur pokémon er at finna. Tá kunnu upp til 20 fólk berjast móti hesum pokémon í senn, og tá kanst tú vinna serlig ting, so sum nýggj Rare Candies og Golden Razz Berries.

Tú kanst lesa meira um broytingarnar á heimasíðuni hjá Pokémon GO.
19/06/2017 klokkan 06:00 - HForce

Upprunaliga StarCraft verður remastered


Fyri skjótt tveimum áratíggjum síðani revolutioneraði StarCraft RTS-sjangruna, og bleiv til ein av fyrstu kempustóru e-sport greinum.

Í dag er eftirfylgjarin, StarCraft 2, tað størra e-sport spælið, men eftirmælið av StarCraft er enn stórt.

Tí hava Blizzard avdúkað, at í summar verður StarCraft og SC: Brood War remastered við spildurnýggjum grafikki! Lætta loysnin vildi verið at endurskapt spælið við nýggjaru tøknini úr StarCraft 2, men um tú hyggur eftir samanberingum á heimasíðuni hjá StarCraft, so sært tú týðiliga, at tað er klassiska útsjóndin men við einum high-definition facelift.

Faktiskt sigur Blizzard, at upprunaliga StarCraft og remastered útgávan verða so kompatibul, at tveir spælarar kunnu spæla móti hvørjum øðrum, sjálvt um ein hevur gomlu útgávuna og ein hevur nýggju útgávuna.

Tú sært avdúkingartrailer fyri StarCraft Remastered niðanfyri.

27/03/2017 klokkan 06:00 - HForce

Hearthstone: Journey to Un’Goro


Skjótt kemur aftur ein nýggj Hearthstone ekspansión, og hon eitur Journey to Un’Goro.

Avdúkingin vísir okkum Un’Goro sum eitt volkaniskt land har fornfrøðilig djór og plantur liva og doyggja. Nógv av teimum hava duldar maktir vegna sterka Elemental gandin í økinum.

Ekspansiónin gevur okkum sjálvandi eina rúgvu av nýggjum kortum. Nøkur av teimum hava eina nýggja tribe: Elemental. Eisini gomul kort verða umgjørd til at verða Elemental.

Summi kort hava eisini ein heilt nýggjan eginleika: Adapt. Hesi kortini eru óvanliga dýr í mun til síni stats, men tá ið tú spælir tey, sleppur tú at velja ein nýggjan eginleika, so sum Windfury ella Taunt. Tú kanst velja millum tríggjar ymsar eginleikar, og hesir tríggir eginleikar verða tilvildarliga valdir millum eina pulju á tíggju.

Sum nakað av tí mest spennandi kemur eitt heilt nýtt kortslag! Tað er nemliga Quests, sum vit kenna tær so væl úr World of Warcraft. Ein Quest kostar altíð eitt mana at spæla, og gevur tær eina serliga uppgávu, so sum at spæla 7 kort við Deathrattle. Tá ið tú hevur klárað tína quest, fært tú eitt ekstremt sterkt kort sum vinning.

Journey to Un’Goro kemur út tíðliga í Apríl, og tú sært video avdúkingina fyri ekspansiónina niðanfyri.

01/03/2017 klokkan 06:00 - HForce

Tveir mánaðir til Mass Effect: Andromeda


Fyrstu ferð vit hoyrdu um komandi Mass Effect spælið var fyri skjótt tveimum árum síðani. Spælið gongur fyri seg nógv hundrað ár aftaná upprunaligu trilogiina, og í einari spildurnýggjari galaksu.

Spælið hjá BioWare hevur verið ávegis í eina tíð nú, og tað tykiskt at Andromeda hevur stórri fokus á exploration enn farnu spølini, men nýggjur cinematiskur trailer gevur eisini eina ábending um eina stóra søgu um yvirlivilsi hjá menniskja-rasuni.

Tú sært hendan trailer niðanfyri. Mass Effect: Andromeda kemur út tann 21. mars til PC, PlayStation 4 og Xbox One.

29/01/2017 klokkan 06:00 - HForce

Zelda: Breath of the Wild kemur í mars


So er tað 2017, árið har nýggja konsolið hjá Nintendo kemur út. Og vit skulu ikki bíða leingi. Tað verður nemliga útgivið tann 3. mars, um styttri enn tveir mánaðir.

Tá ið maskinan verður útgivin, kemur eisini samstundis nýggjasta spælið í The Legend of Zelda røðini. Tað eitur Breath of the Wild, og gongur sum vant fyri seg í ríkinum Hyrule.

Tú sært ein flottan trailer við ekstremt imponerandi tónleiki afturvið niðanfyri. The Legend of Zelda: Breath of the Wild verður útgivið tann 3. mars, samstundis sum Nintendo Switch.

16/01/2017 klokkan 06:00 - HForce

Enderal til Skyrim fær sína egnu expansion


Fyri skjótt einum ári síðani skrivaðu eg um Enderal, ein heilt nýggj uppliving til Skyrim. Tað er eitt mod sum skapar ein nýggjan heim við einari heilt nýggjari søgu.

Nú kemur ein expansion til Enderal, sum útbyggir tað við enn meira innihaldi, millum annað tvær nýggjar guild questlines.

Tú sært ein "mood teaser" fyri expansiónina niðanfyri, sum setir tónan tú kanst vænta. Expansiónin eitur Forgotten Stories, og verður útgivin einaferð næsta ár.

26/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Pokémon GO heldur eisini jól


Fyri tveimum mánaðum síðani helt Pokémon GO Halloween, og spælið heldur áfram at hátíðarhalda serligar dagar. Hesuferð er tað jól, og tað merkir ymsar fyrimunir til tín!

Frá í dag og til og við 3. januar fært tú ein ókeypis Incubator hvønn dag úr tí fyrsta Pokéstop tú vitjar tann dagin. Tað eru eisini størri líkindi fyri, at tú finnur egg sum klekja Pichu, Togepi og aðrar nýggjar pokémons.

Frá tí 30. desember og til og við tann 8. januar hevur tú eisini størri líkindi fyri at finna starter pokémons Bulbasaur, Charmander og Squirtle, umframt teirra evolutions. Lure modulir fara eisini at halda í ein heilan tíma, ístaðin fyri tann vanliga hálva tíman.
25/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Gleðilig Jól gamers 2016


Enn eitt ár, enn eini jól. Frídagurin har tú antin fært ein deiligan døgurðan serveraðan, ella stríðist í allan dag fyri at servera hann fyri restini av familjuni.

Óansæð um tú sleisar ella stríðist, so vóni eg at tú fært eitt sindur av tíð til at spæla við onkran pakka. Tað verður mann ongantíð for gamal ella gomul til. Eg lovi tað.

Gleðilig jól frá Gaming.fo til tín og tíni!
24/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða [1] 2 3 4 5 6 ... 222 223 224 >