Hvat er Gaming.fo?
Skrivað hevur HForce tann 22/12/2007 klokkan 01:09 1

Eitt sum Føroyar hevur er nógvir telduspælarar. Tað, sum Føroyar ikki hevur, er ein portalur, ein miðdepil, har vit kunnu samlast. Tað er tað vit hava sett á stovn við Gaming.fo.

Bakmennirnir aftanfyri hetta projekti eru Halgir "H-Force" Winther Nagata, og Heini "dreaKan" Weihe. Meg kenna nøkur av tykkum kanska aftur frá tí gomlu síðuni faroesegaming.com. Heina kenna tit kanska aftur, frá at hava skipað fyri tveimum teimum seinasti Net-Upp tiltøkunum.
Vit hava báðir nógvar royndir innanfyri gaming, bæði óseriøst og kompetetivt. Vit eru heilt vísir í at vit báðir hava tað sum skal til fyri at gera Gaming.fo til eina rætta success.

Men hetta kunnu vit so avgjørt ikki gera einsamallir! Vit hava brúk fyri tær, og øllum tykkum ið kunnu fáa gagn av hesum portalinum. Vit vilja savna tykkum saman á einum staði, so vit kunnu gassa tykkum øll í se... so vit kunnu bjóda tykkum eina góða uppliving saman við øðrum gamers! Eftirsum tit eru drívkraftin aftanfyri hesum, hava tit sjálvandi rættin at vita hvat alt hetta gongur út uppá!

Hetta verur tann sentrali portalurin fyri allar føroyskar gamers, har vit bjóða tykkum tíðindir, greinar, kjak, og mangt annað. Eisini ætla vit at skipa fyri nógvum ymsum tiltøkum, online sovæl sum offline.

Vit vilja stimbra umhvørvi fyri gaming í Føroyum. Har skal vera pláss fyri øll, noobar sovæl sum pros, casual spælarar sovæl sum seriøsar spælarar. Ja, sjálvt WoW spælarar eru vælkomnir!

Fyri at alt hetta skal eydnast, mugu tit øll gera ein innsats! Les okkara innihald, gevi viðmerkingar. Taki lut í kjaki í okkara forums. Komi til okkara tiltøk. Vit vita at tað er hetta allir føroyskir gamers hava bíða eftir.

Hjartaliga vælkomin til Gaming.fo, og eg vóni at tit fáa tað gott!

Síður: -

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Butcho_Merdas

13/07/2009

Stað: -
Innlegg: 89
# 1 - 19/01/2008 klokkan 14:21

Tú kundi ikki sagt tað annaleiðis, WE NEED THIS!

Hopi at síðan verður ein success!
blondi

19/09/2008

Stað: -
Innlegg: 7
# 2 - 23/08/2008 klokkan 17:56

kk ..

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.