Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Console Gaming -> Nintendo Switch

Innlegg: 12
Síða [1]
Tanerion


L33T





Innlegg: 1668
# Tráður - 21/01/2017 klokkan 16:25
Meiningar?

Eg fari sjálvandi at keypa ein Switch. Kanska ikki beinavegin men í seinasta lagi tá Splatoon 2 kemur út.

Haldi tað er vert prísin og eg fari at hava lættari við at gjøgnumføra spøl nú eg bara kann taka konsollina við mær til arbeiðis (ella bara á kummuna).
Hoyri at HD Rumble faktiskt fungerar øgiliga gott og at tað fær spølini at kennast enn meiri immersiv enn vanligt rumble. Har var ein ið spældi Breath of the Wild ið segði at tá Link druknaði føldist tað sum controllarin boblaði.

Tað einasta veruliga negativa eg havi at siga er at Nintendo ikki skilja alt online aspektið so væl. Fari sikkurt ikki at gera nógv brúk av hasum eina NES/SNES spælinum um mánaðin. Og tað at online nú kostar er ikki so góð tíðindir fyri allar teir yngru spælarnir og av tí sama fara kanska ikki at vera heilt so nógvir Splatoon 2 spælarir eftir longu eitt ár.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!
Offline
HForce







Innlegg: 3304
# Innlegg: 1 - 24/01/2017 klokkan 07:19
Sær nokk so cool út, og eg haldi at nýggja Zelda spælið sær ordiliga cool út.

Men eg havi einki sjónvarp fyri tíðina, so einki konsole. Eri við at umbyggja mítt battlestation borð, so kanska eg geri pláss har til at hava konsoles til telduskermin.

21/01/2017 klokkan 16:25 - Tanerion:
Haldi tað er vert prísin og eg fari at hava lættari við at gjøgnumføra spøl nú eg bara kann taka konsollina við mær til arbeiðis (ella bara á kummuna).


Nær skalt tú so arbeiða?


Offline
|
vat-ta-fak


Goomba





Innlegg: 189
# Innlegg: 2 - 24/01/2017 klokkan 12:08
onki sjónvarp? bara Switch ivur til handheld mode!

men ja, eg rokni nokk at eg fari fáa mær Nintendo Switch.
Hoyrdi at Shovel Knight kemur til tað, tað verur eitt gott co-op spæl


------------------
... hvat?

Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1668
# Innlegg: 3 - 22/02/2017 klokkan 18:02
24/01/2017 klokkan 07:19 - HForce:
Nær skalt tú so arbeiða?

Arbeiðið hjá mær inniber hart arbeiði ið krevur mína fulla uppmerksamheit og so seinni lættari arbeiði ið eg kann gera við einari hond. So eg spæli tá eg geri tað lættara arbeiðið og í pausunum sjálvandi.

Og nú er tað longu bert sindur yvir eina viku til Switch verður útgivin
Har eru tó nøkur góð spøl júst útkomin og har koma nøkur afturat til PS4 næstu vikurnar ið eg má í holt við so tað hevur ongan skund hjá mær at fáa ein Switch men eg havi tað við at impulskeypa ting so kanska eg fái mær ein beinaveg allíkavæl.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1668
# Innlegg: 4 - 09/03/2017 klokkan 04:06
Havi spælt eini 10 tímar av Legend of Zelda: Breath of the Wild og tað er vert allan prísin av einum Switch (og eg keypti enntá spælið tvær ferðir).
Tað er longu ein luttakari til Game of the Year fyri meg.
Teir fyrstu tímarnar var eg bangin fyri at tað ikki fór at følast nóg nógv sum eitt Zelda spæl men tað ger tað so seinni.

Einasta klagan hjá mær er at mær ikki dámar forskotnar analog sticks men tað fer nokk at følast betri tá eg fái mín pro controllara

Battarítíðin í handheld mode kundi verið betri men er ein passalig longd fyri meg ið ikki dámar so væl at stara í ein lítlan skerm alt ov leingi. Fekk ca. 3½ tímar við BotW á Airplane Mode (havi ikki roynt vanligt enn).
Og nú hevur Nintendo eisini endiliga lært at konsollin skal fara í sleep mode ístaðin fyri bara at sløkna tá lítið battarí er eftir.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce







Innlegg: 3304
# Innlegg: 5 - 10/03/2017 klokkan 07:55
Eg havi hoyrt gott um tað. Og at BotW hevur 98 á metacritic!

Er tað enn vert at fáa sær, um mann bara fer at brúka tað sum handheld, og altso ikki seta tað í sjónvarpið nakrantíð?


Síðsta broyting av HForce klokkan 10/03/2017 klokkan 07:55 (1x Broytt)
Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1668
# Innlegg: 6 - 10/03/2017 klokkan 17:00
10/03/2017 klokkan 07:55 - HForce:
Er tað enn vert at fáa sær, um mann bara fer at brúka tað sum handheld, og altso ikki seta tað í sjónvarpið nakrantíð?

Tað kemur væl ann uppá spølini tú vilt spæla. Haldi ikki at tað kunnu vera líka nógvir spælarir í handheld mode. Eg brúki sjálvur handheld mode helvtina av tíðini og spøl koyra betri har tí tað er 720p meðan har innímillum eru frame drops tá man spælir docked tí konsollin uppskalerar til 1080p men hon er ikki serliga sterk. Tá man spælir docked kann man eisini seta ein ethernet kaðal til so online er meira stabilt. Tað geri eg á Wii U til Splatoon tí wi-fi hjá Nintendo er typiskt ikki serliga gott.
Men jú tað er ein fín handheld konsoll og flestu spølini á eShop eru vælegnaði til at spæla uppá tann mátan.

Fekk annars mín Limited Edition BotW pakka í dag. Fínur og rímuliga stórur figurur av Master Sword fylgdi við. Setti hann við síðuna av Twilight Princess Zelda figurinum hjá mær.
Men eftirsum eg jú keypti spælið digitalt havi eg nú ikki fyri neyðini at opna mítt spæl sjálvt um eg gjarna kundi hugsa mær at smakka tað fyri at vita um tað smakkar so illa sum øll siga


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
vat-ta-fak


Goomba





Innlegg: 189
# Innlegg: 7 - 10/03/2017 klokkan 18:18
tímir tú at vísa okkum tín Zelda figures


------------------
... hvat?

Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1668
# Innlegg: 8 - 11/03/2017 klokkan 00:21
Eg havi bara myndir av Twilight Princess figurinum og tær havi eg longu víst her á síðuni.
more... +-














------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
HForce







Innlegg: 3304
# Innlegg: 9 - 12/03/2017 klokkan 10:22
Fylgdi hatta við spælinum? Sær út til at vera betri kvalitetur enn nógvir aðrir "collector's edition" figurar.


Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1668
# Innlegg: 10 - 12/03/2017 klokkan 17:04
Zelda figururin? Nei.

Nakrir figurar ið fylgja við spølum eru farnir at síggja rættuliga gott út men afturfyri eru teir blivnir eitt sindur smærri.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1668
# Innlegg: 11 - 24/03/2017 klokkan 02:19
Splatoon 2 Global Testfire í vikuskiftinum
Fyrstu ferð í morgin frá 19:00 til 19:59.

Gleði meg og vóni bara at eg ikki skal nakað annað tá.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Tanerion
Stovnaði tráðin


L33T





Innlegg: 1668
# Innlegg: 12 - 31/05/2017 klokkan 03:04
Enn dámar mær Wii U betur tá tað kemur til spøl men Switch er praktiskt at hava við til arbeiðis so man kann spæla Mario Kart og Puyo Puyo Tetris í pausunum. Tað er faktiskt har ið eg spæli mest og tað broytist neyvan fyrrenn Splatoon 2 ella kanska ARMS.

Suspend feature er í mínari meining tað besta við Switch; eg kann tildømis steðga nær sum helst í Mario Kart og so fortseta úr akkurát sama stað næstu ferð eg seti meg at spæla (ið í mínum føri viðhvørt er nakrar dagar seinni).


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Innlegg: 12
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.