Kjakforum - Tráður
« Fyrri tráður
Kjakforum -> Annað -> Aðrir miðlar -> Kvinna sum 007

Innlegg: 1
Síða [1]
HForce







Innlegg: 3322
# Tráður - 21/07/2019 klokkan 19:08
Eg havi hoyrt at tað er so kontroversielt at næsti James Bond filmurin hevur eina svarta kvinnu sum 007. Hvat halda tit?

Sjálvur síggi eg ikki trupulleikan. Sjálvandi er hon ikki James Bond; James Bond er James Bond. Hon er ein MI6 agentur við kotuni 007, og tað kann líka væl vera ein kvinna sum ein maður.

Um hon fær ein líknandi leiklut sum James Bond hevur havt í fyrru filmunum verður tað bara ein frískur vinkul. Men aftur, vónandi heldur eingin at hon er "tann nýggi James Bond".
Offline
Tanerion


L33T





Innlegg: 1700
# Innlegg: 1 - 22/07/2019 klokkan 02:57
21/07/2019 klokkan 19:08 - HForce:
Sjálvandi er hon ikki James Bond; James Bond er James Bond. Hon er ein MI6 agentur við kotuni 007

Men James Bond er 007 og hevur altíð verið ein maður (enntá fleiri ymsir menn).
Tey kundu bara gjørt ein spinoff film við einum agenti við einari aðrari kotu í staðin fyri at potentielt styggja fólk burtur. Sjálvur leggi eg ikki nógv i nýggjaru Bond filmanar so eg fari ikki at hyggja eftir hasum allíkavæl men óoriginaliteturin irriterar meg bara. Í staðin fyri at finna uppá okkurt nýtt mugu tey bara broyta eina klassiska hetju.

Har eru fá ið dáma kvinnuligar høvuðspersónar so væl sum eg geri men tað spælir sjáldan væl av tá høvuðspersónar verða útskiftir soleiðis. Ikki minst tá ið tað er ein sum James Bond ið hevur verið væl etableraður síðan 50'ini. Sjálvt um eg var áhugaður í nýggju Bond filmunum so havi eg mína egnu fyristilling av honum ið eg eri uppvaksin við so eg hevði ikki havt nakra orsøk at hugt eftir hesum filminum allíkavæl. Tó hevði eg givið einum filmi í James Bond universinum ið ikki var um James Bond ein kjans.


------------------
Clarissa: Well yeah...but it just sounds scary, even if you say it's not supposed to hurt. You and your damn logical thinking.
vinamara: Tanerion is doubtlessly an Otaku who's obviously more than qualified! (and yes, this is something to be proud about)
Arni!: Tanerion, tú ert so ókul, at tú ert kul!

Offline
|
Innlegg: 1
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.