Capital Cashino banin úr komandi Yooka Laylee


Platformarin Yooka Laylee kemur út næsta ár, og nógvir old-school gamers eru spentir. Spælið er nemliga ein andaligur uppfylgjari til klassiska Banjo- Kazooie.

Yooka-Laylee byrjaði sum ein Kickstarter kampagna fyri hálvum øðrum ári síðani, og tað var ein væleydnað ein av slagnum. Hetta gav tryggar karmar til menning, og tað virkar til, at tey eru væl ávegis.

Nýggjasta video úr spælinum er úr bananum Capital Cashino, har umhvørvið er casino-inspirerað. Tú sært tað niðanfyri. Yooka Laylee kemur út til PlayStation 4, Xbox One og PC tann 11. apríl næsta ár.

16/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Halda jól í Overwatch


Nú eru stutt til jólar, og tey flestu koma í rætta hýrið. Millum tey er spælið Overwatch, sum hevur fingið eina uppdatering fyri at markera jólatíðina.

Banarnir Hanamura og King’s Row eru útgjørdir til jólahýri við kava og dekoratiónum, og ein nýggj loot box er at finna við skins til tínar karakterar. Millum annað finnur tú jólamanna-búna til summar karakterar.

Eisini ein heilt nýgg spæli-mode er komin til Overwatch: Mei’s Snowball Offensive. Tú sært eitt video um uppdateringina niðanfyri.

15/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Togepi og Pichu komnir til Pokémon GO


Í longri tíð hava gingið søgur um, at generatión 2 av pokémons eru á veg til Pokémon GO.

Tá ið spælið kom út, vóru bara pokémons úr allar fyrstu spølunum frá 1996, og ikki eingong allir. Til dømis Mewtwo og teir tríggir legendaries mangla enn, meðan Ditto kom út fyri stuttari tíð síðani.

Nú byrja at koma fleiri. Í fyrsta umgangi eru tað bara baby pokémons sum Togepi og Pichu. Tú sært avdúkingina niðanfyri.

14/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Spildurnýggj Dota 2 útgáva: 7.00


Eitt av allarstørstu e-sport spølunum er Dota 2, og tað hevur eisini eina langa søgu. Spælið sum byrjaði sum ein custom map til WarCraft III er nú blivið til eitt standalone spæl ment av Valve.

Gjøgnum langu søguna hevur spælið altíð havt eitt útgávunummar sum vísir status á menningini, og eitt heilt serligt lop er nú hent. Spælið er hoppað upp til eitt “runt tal”, nemliga 7.00.

Hetta plagar at hava stórar broytingar við sær, og her hendir heldur ikki einki. Ein nýggj hero er útgivin, og UI á spælinum hevur fingið eina broyting. Tú kanst lesa nærri um detaljurnar á uppdateringini á heimasíðuni hjá Dota 2.

13/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Í dag byrjar dokumentarserian um DOOM


Góði gamli klassikarin Doom varð endurføddur í ár í spildurnýggjum hami og við einkla navninum DOOM (sjálvt um tað er fjórða spælið í røðini).

Tað triðja spælið varð nakað annarleiðis enn upprunaligu spølini. Tað var nemliga nokk so seint og meira óhugnaligt enn tað var action-orienterað, men nýggjasta Doom fer aftur til røturnar við skjótum yvirdrivnum action.

Ein nýggj dokumentarseria fortelur um menningina á nýggja spælinum, og hon er byrjað í dag. Hon kemur út í trimum partum: ein mánadagin (í dag), ein týsdagin og ein mikudagin. Tú sært trailer fyri dokumentarin niðanfyri.

12/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Hololens augmented reality koncept við Pokémon


Síðani Pokémon GO varð avdúkað fyri einum ári síðani, hava vit øll stremba eftir at blíva Pokémon masters í veruliga heiminum. Men mobila spælið er kanska ikki alt tað, sum vit høvdu vónað.

Eitt nýtt koncept nærkast tó eitt sindur meira. Tað brúkar Microsoft Hololens til at vísa 3D modellir av pokémons har tú ert, og so kanst tú síggja teir berjast frammanfyri tær.

Hetta er totalt óofficielt og gjørt av einum fjeppara, so vit síggja nokk ikki nakað líknandi frá Nintendo fyribils. Men tað er enn stuttligt at ímynda sær hvat kann koma einaferð. Tú sært video av hesum niðanfyri.

11/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Nýggjur Rocket League bani útgivin


Enn ein nýggjur bani til Fótbólt Við Bilum (aka Rocket League). Umframt teir “vanligu” banarnar í spælinum, so hava tey eina Rocket Labs sektión har eksperimentellir banar eru at finna. Ein av teimum, Octagon, hevur nú fingið eina nýggja útsjónd og er blivin ein officiellur bani.

Banin hevur skift navn til Starbase Arc, og hevur eitt rúmdar sci-fi tema. Hann hevur enn vælkenda átta-kantaða formin.

Saman við hesum bananum kemur ein uppdatering við nýggjum bilum, møguleikanum at gera tínar egnu venjingar og ikki minst Steam Workshop support.

Tú sært eitt video um Starbase Arc niðanfyri, har mennarar hjá Rocket League greiða frá bananum og hvussu hann bleiv til.

10/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Vilt tú skriva fyri Gaming.fo?


Fylgir tú við hvat hendir innanfyri gaming, og dámar tær at skriva? So vil Gaming.fo ordiliga gjarna hava teg at skriva her á heimasíðuni!

Á Gaming.fo eru tíðindi um videospøl hvønn dag, og tú kanst verða við til at mynda tær greinar sum upptraðka. Um tú fylgir við í spæl ídnaðinum, og hevur hug og tíð at skriva okkurt lítið av og á, ert tú vælkomin at gera tað á Gaming.fo!

Um tú kundi hugsað tær møguleikan at skriva alment á einum staði har fólk síggja tað, er Gaming.fo upplagt. Heimasíðan hevur upp ímóti túsund vitjandi um mánaðin. Um tú ert áhugað/ur, so sig mær frá gjøgnum eitt PM ella í viðmerking niðanfyri.
09/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 [3] 4 5 6 ... 223 224 225 >