Red Faction: Guerilla avdúkað


So hava THQ officielt konfirmerað tað sum øll vita: Tað triða spælið í Red Faction røðini er undir produktión av Volition.

Spælið eitur Red Faction: Guerilla. Í spælinum tekur spælarin rolluna sum ein insurgent soldatur sum berjist mótir Earth Defense Force sum ein partur av tí nýggja Red Faction bólkinum.

Spæli er til XBox 360, og sovæl sum single-player, fer tað eisini at hava ein multiplayer aspekt.

Stjórin á Volition sigur:
"Red Faction: Guerrilla expands the signature destruction elements of the series and pushes the boundaries of next-gen gaming on a massive, terra-formed Mars where gamers can literally tear down the enemy EDF presence brick by brick.

"With a new third-person perspective, a full cover system that allows for guerrilla-style tactics and a diverse planet to explore, we're excited to revitalise the gripping world of Red Faction for high-definition platforms.
"

Spælið er sett at koma út í 2009.
20/02/2008 klokkan 19:54 - HForce

eSportur í fjølmiðlunum

Í morgin kl. 19.30 føroyska tíð er møguligt at síggja temakvøld hjá DR2, sum hesuferð ferð at snúgva seg um eSport.

Millum annað verður hugt nærri at eSporti sum heild, business síðuna av eSporti, framtíðina hjá spæl heiminum og so tosar DR2 við nakrar royndar danskar telduspælarar.

Sendingin kallast "DR2 Tema: Cybersport for millioner". Nærri kunning fæst við at fylgja hesi leinkju.

Kelda: http://www.dr.dk/presse/Article.asp?articleID=25920
18/02/2008 klokkan 23:20 - dreaKan

Gaming.fo søkja skrivarar
[img]http://heima.olivant.fo/~samalr/img/uncle_sam_wants_you.jpg[/img] Ert tú áhugaður í gaming tíðindum? Veist tú nógv um gaming ídnaðin? Fylgir tú við í nýggjum spølum o.s.fr.?

So vilja vit hava júst teg!

Gaming.fo leitar eftir dugnaligum, virknum skrivarum at halda øllum uppdateraði um tær seinastu hendingarnar, útgávurnar, og annað nýtt innan gaming.

Tað hevur stórst týdning at tú ert førur fyri at regluliga skriva nýggjar og áhugaverdar tíðindagreinar.

Um tú ert áhugaður, so send eini boð til [url=http://www.gaming.fo/index.php?mod=users&action=view&id=2]H-Force[/url].
18/02/2008 klokkan 14:33 - HForce

BYOC vinnarar


Á BYOC LAN-Party tiltakinum, ið var niðri í Studentarskúlanum í Hoydølum í vikiskiftinum, vóru tríggjar kappingar. Tær vóru í Counter-Strike 1.6, Unreal Tournament 2004, og DotA.

Í CS vunnu team not Rated (tnR), við No Nonsense sum runners up. Fleiri av leikarunum í No Nonsense hava spælt í langa tíð og tí var hetta liði kosi favorittur áðrenn finaluna, men eftir ein avbera tættan dyst vístu tnR at teir vóru betra liði.

DotA kappingina vunnu HIVA, ið vóru mannaðir av trimum leikarum í no1, sum hava vunni báðar tær síðstu DotA kappingarnar á Net-Upp. Tað var upprunaliga ætlanin at alt no1 liði skuldi luttaka, men tveir av limunum fingu tíðanverri ikki møtt, og tí komu tveir avloysarar við, og teir valdu at luttaka undir navninum HIVA ístaðin.
Tað blivu Team Argir sum vóru runners-up í DotA kappingini.

Top 3 í UT 2004 vóru:
  1. Butcho_Merdas (Jákup Erik)
  2. Kozy (Bjarni Jacobsen)
  3. Phantom (Boas Hansen)

Jákup Erik vann ein 250GB harðdisk fyri fyrsta pláss. Bjarni vann eina Razer Diamondback 3G gaming mús, og Boas vann eitt Logitech headset.

Butcho_Merdas og Kozy vóru eisini í UT 2004 finaluni á síðsta Net-Upp tiltakinum, men tá bleiv dreaKan (Heini Weihe) nummar trý.
18/02/2008 klokkan 13:36 - Sammi

eSport til Beijing Olympics
Hetta er nakað eg sjálvur havi hoyrt ting um í fleiri ár, og eg havi vónað at tað fór at blíva til nakað.

Global Gaming League (GGL) er officiellur partner og co-producer í einum tiltaki fyri at gera eSport eitt officielt "Welcome Event" á 2008 Summar Olympics.

GGL fara at skipa fyri einari globalari kapping, har spælarar sleppa at kvalifisera seg til at representera land sítt í einum Grand Final í Shanghai.

Í Kina er eSports ein officielt góðkendur ítróttur.
[img]http://images2.ggl.com/images/digitalgames200.jpg[/img]
18/02/2008 klokkan 10:33 - HForce

Red Alert 3 kunngjørt


Tað er langt síðani mann hevur hoyrt nakað sum helst um Red Alert. Tað seinasta sum hevði nakað við Red Alert at gera var expansion pakkin Command & Conquer Red Alert 2: Yuri's Revenge, í 2001.

Nú hava vit so endiliga frætt um Red Alert 3! Í tí seinasta PC Gamer kundi lesast at Los Angeles studioið hjá Electronic Arts eru við at gera hetta spælið.

Tað einasta vit vita enn, er at spælið er til. Vit vita einki um release date, osfr. Tað fyrsta Red Alert var seriøst, meðan Red Alert 2 var meira humoristiskt. Spennandi at síggja hvat tey gera við trýarinum.
15/02/2008 klokkan 20:15 - HForce

Xbox 360 16% failure rate
Nógv hevur verið spekulera yvir hvussu nógvar Xbox 360 konsolir veruliga hava gingi fyri, eftir at serstakliga nógv fólk hava gjørt vart við at teirra Xbox 360 er gingin fyri við einum Red Ring of Death (RRoD), á ymsum support forumum á netinum líka síðan tann nýggja Xbox'in kom út.

Onkur hevur vilja verið við at so nógv sum 30% av øllum Xbox 360 konsolum hava gingið fyri, men Microsoft hevur hildi uppá at talið ikki skal hava verið hægri enn 3%, sum er industrigjøgnumsnitti, siga teir.

Men nú hevur amerikanski garanti seljarin, SquareTrade, almannakunngjørt tøl har staðfest verður at 16% av øllum Xbox 360, ið teir tryggja, ganga fyri. Hinvegin hava Microsoft sjálvir viðgingi at einans umleið 3% av PS3 og Wii konsolum ganga fyri.
[img]http://heima.olivant.fo/~samalr/img/broken_heart_xbox360.jpg[/img]



Kelda: http://www.engadget.com/2008/02/14/xbox-360-failure-rate-at-16/
15/02/2008 klokkan 17:20 - Sammi

Í morgin byrjar Proteld


Nú er ikki leingi eftir til Proteld, eitt LAN-Party á Studentaskúlanum í Hoydølum, byrjar! Í morgin klokkan 19:00 lata hurðarnar upp.

Skemaið er eisini blivið lagt:

15/2 19:00 - Vit lata hurðarnar upp.
15/2 22:00 - Kapping: Counter-Strike 1.6.
16/2 16:00 - Kapping: Warcraft III TFT: DotA.
16/2 20:00 - Kapping: Unreal Tournament 2004.
16/2 23:00 - Vit lata hurðarnar aftur.

Føroya Tele veitir breiðband við 8/2mb ferð.

Skundi tykkum at bíleggja tykkara pláss, við at skriva til Sámal á iammojos (at) yahoo (dot) com og uppgeva navn, bústað og telefon nummar.

Meira er at lesa, so sum hvat skal takast við, á www.proteld.com.
14/02/2008 klokkan 15:21 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 218 [219] 220 ... 222 223 224 >