Gaming.fo søkja skrivarar
|
||
|
||
18/02/2008 klokkan 14:33 - HForce
Viðmerkingar (10)
|
BYOC vinnarar
|
![]() Á BYOC LAN-Party tiltakinum, ið var niðri í Studentarskúlanum í Hoydølum í vikiskiftinum, vóru tríggjar kappingar. Tær vóru í Counter-Strike 1.6, Unreal Tournament 2004, og DotA. Í CS vunnu team not Rated (tnR), við No Nonsense sum runners up. Fleiri av leikarunum í No Nonsense hava spælt í langa tíð og tí var hetta liði kosi favorittur áðrenn finaluna, men eftir ein avbera tættan dyst vístu tnR at teir vóru betra liði. DotA kappingina vunnu HIVA, ið vóru mannaðir av trimum leikarum í no1, sum hava vunni báðar tær síðstu DotA kappingarnar á Net-Upp. Tað var upprunaliga ætlanin at alt no1 liði skuldi luttaka, men tveir av limunum fingu tíðanverri ikki møtt, og tí komu tveir avloysarar við, og teir valdu at luttaka undir navninum HIVA ístaðin. Tað blivu Team Argir sum vóru runners-up í DotA kappingini. Top 3 í UT 2004 vóru:
Jákup Erik vann ein 250GB harðdisk fyri fyrsta pláss. Bjarni vann eina Razer Diamondback 3G gaming mús, og Boas vann eitt Logitech headset. Butcho_Merdas og Kozy vóru eisini í UT 2004 finaluni á síðsta Net-Upp tiltakinum, men tá bleiv dreaKan (Heini Weihe) nummar trý. |
18/02/2008 klokkan 13:36 - Sammi
Viðmerkingar (3)
|
eSport til Beijing Olympics
|
||
|
||
18/02/2008 klokkan 10:33 - HForce
Viðmerkingar (5)
|
Red Alert 3 kunngjørt
|
![]() Tað er langt síðani mann hevur hoyrt nakað sum helst um Red Alert. Tað seinasta sum hevði nakað við Red Alert at gera var expansion pakkin Command & Conquer Red Alert 2: Yuri's Revenge, í 2001. Nú hava vit so endiliga frætt um Red Alert 3! Í tí seinasta PC Gamer kundi lesast at Los Angeles studioið hjá Electronic Arts eru við at gera hetta spælið. Tað einasta vit vita enn, er at spælið er til. Vit vita einki um release date, osfr. Tað fyrsta Red Alert var seriøst, meðan Red Alert 2 var meira humoristiskt. Spennandi at síggja hvat tey gera við trýarinum. |
15/02/2008 klokkan 20:15 - HForce
Viðmerkingar (2)
|
Xbox 360 16% failure rate
|
||
Kelda: http://www.engadget.com/2008/02/14/xbox-360-failure-rate-at-16/ |
||
15/02/2008 klokkan 17:20 - Sammi
Viðmerkingar (4)
|
Í morgin byrjar Proteld
|
![]() Nú er ikki leingi eftir til Proteld, eitt LAN-Party á Studentaskúlanum í Hoydølum, byrjar! Í morgin klokkan 19:00 lata hurðarnar upp. Skemaið er eisini blivið lagt: 15/2 19:00 - Vit lata hurðarnar upp. 15/2 22:00 - Kapping: Counter-Strike 1.6. 16/2 16:00 - Kapping: Warcraft III TFT: DotA. 16/2 20:00 - Kapping: Unreal Tournament 2004. 16/2 23:00 - Vit lata hurðarnar aftur. Føroya Tele veitir breiðband við 8/2mb ferð. Skundi tykkum at bíleggja tykkara pláss, við at skriva til Sámal á iammojos (at) yahoo (dot) com og uppgeva navn, bústað og telefon nummar. Meira er at lesa, so sum hvat skal takast við, á www.proteld.com. |
14/02/2008 klokkan 15:21 - HForce
Viðmerkingar (8)
|
PVKII Beta v2.0
|
![]() So er nýggja beta versiónin komin av tí populera Half-Life 2 moddinum, Pirates Vikings and Knights II. Har eru nakrar fínar updates, so sum tríggjar nýggjar classes. Her er hvat er nýtt í v2.0: - Three new classes to choose from (Pirate Captain, Viking Huscarl and Knight Archer) - Improved combat system: directional blocking, more realistic hit detection - Two new maps (pvk_arena and pvk_forgotten) - pvk_island: balance and other changes - pvk_fort: layout changes (Now Booty Tag) - pvk_desertruin: Larger territory - Updated playerguide (playerguide.html in pvkii folder) - Various other changes and balances Les meira, og downloada tað á www.pvkii.com |
14/02/2008 klokkan 10:59 - HForce
Viðmerkingar (1)
|
Smash Bros. Brawl fer platinum
|
||
|
||
14/02/2008 klokkan 10:11 - HForce
Viðmerkingar (1)
|