Birdbay Linkers í Fuglafirði


Fríggjakvøldið 25. januar og til sunnumorgunin 27. er linking (lan-party) í Lonini í Fuglafirði.

Ongar almennar kappingar vera hesaferð, men ofta plaga spælararnir sjálvir at finna uppá okkurt og eisini er Nintendo Wii er bjóðað við at undirhalda

Eisini er ein innanduratími leygarkvøldið kl. 23-24, ókeypis fyri teir, ið eru við á linkingini. Kostnaðurin fyri linkingina er 150,- fyri tvey kvøld og 100,- fyri eitt.

Meira upplýsingar eru á BirdbayLinkers.com

- Fyriskipararnir
24/01/2008 klokkan 20:33 - bugvi

Optimera heilan við Fps-Brain
[/size] [/i]
Nú er tað møguligt at optimera heilan hjá sær til spæl við tablettum. Hetta vil virkið, Tomarni, verða við, ið er fari undir at framleiða hesar tablettur.

Fps-Brain, sum vøran er navngivin, skal, eftir Tomarni at døma, betra um reaktións- og konsentratiónsevnini hjá tær. Tú skalt taka tablettina ein tíma áðrenn hon virkar, og varðar upp til seks tímar.

Sagt verður á heimasíðuni, at vøran ikki er psykiskt- ella mentalt bindandi og nýtur einans ISO 9001 góðkendar ingrediensur. Gaming.fo hevur hugt ígjøgnum listan av ingrediensum, og fyri tað mesta sær tað út til at vøran er samansett av ymsum vitaminum og eitt sindur at pulvur kaffein. Tó verður einki sagt um bivirkningar.

Prísurin fyri eina dós av Fps-Brain er 19,00€.

[img]http://img242.imageshack.us/img242/8603/fpsbrainiu8.jpg[/img]
[i][size=6]Kelda: http://www.fpsbrain.com/index.php?page=start&switchLanguage=english
24/01/2008 klokkan 15:36 - dreaKan

18 óuppdagaðar gaming síður
Vit kenna øll IGN, Gamespot og aðrar stórar gaming síður, men um tær tørvar at opna horisontin eitt sindur og síggja meira av hvat interneti hevur at bjóða okkum gamers í form av spennandi heimasíðum, so er ein nýggjur heitur listi av 18 kvalitets og ópuudagaðum síðum at síggja beint her:

http://www.dailybits.com/18-undiscovered-websites-every-gamer-should-know/
24/01/2008 klokkan 12:43 - Sammi

GTA4 preview


Eftir at har hevur verið stilli í 6 mánaðar hevur IGN nú fingið hendurnar á fleiri nýggjum in-game screenshot'um av GTA4 og hevur eisini skriva eina longri preview grein um hesu komandi episku útgávuna:

http://www.gamepro.com/microsoft/xbox360/games/previews/158048.shtml

24/01/2008 klokkan 12:36 - Sammi

Zero Punctuation - The Witcher
So er mikudagur aftur, og hvønn mikudag kunna vit vanta eitt hylandi stuttligt, grovt, fúlt og prikandi sarkastiskt spæl ummæli frá bretska/australska, Yahtzee Croshaw, við hansara Zero Punctuation seriu, og hesuferð ein einki undantak. Hygg niðanfyri har PC RPG spæli The Witcher fær ein góðan umgang av verbalum banki + at Yahtzee gevur okkum eitt lítið eyka filmklipp í endanum, sum er ein fúl og skeg parodi av intro'ini til FPS spæli, Painkiller (2004).



Kelda: http://www.escapistmagazine.com/articles/view/editorials/zeropunctuation/2831-Zero-Punctuation-The-Witcher
23/01/2008 klokkan 22:59 - Sammi

Svakt Wii remote fix


Herfyri var tað ein sum ikki fekk ein av kontrollarunum til sín Nintendo Wii at rigga orduliga. Knappar riggaðu og man kundi peika á skermin, men tá ið tað kom til golf, tennis og baseball, so var tað sum um kontrollarin slett ikki var til.

Hann royndi alt hann kundi. Skifta battaríð, resync'a kontrollaran við konsolina, reset'a kontrollaran, men einki hjálpi, so hann ringdi til support linjuna hjá Nintendo. Eftir at hann hevði greitt frá støðuni, gekk samtalan umleið soleiðis:

Vinarlig Nintendo telefon support dama: "Okey - tú skalt taka kontrollaran í hondina og venda síðuna við knøttunum niðureftir, og síðan skalt tú buka hann niður í hendurnar einar tvær tríggjar ferðinar."
Maðurin: "Tú tvætlar?"
Vinarlig Nintendo telefon support dama: Nei, slá nóg hart so at eg kann koyra tað yvir telefonina, men ikki so hart at kontrollarin tekur skaða."
Maðurin: "Ert tú sikkur?"
Vinarlig Nintendo telefon support dama: "Ja"


Ja hann so gjørdi... BANK, BANK, BANK... og vupti so riggaði kontrollarin aftur!

Kelda: http://blog.wired.com/geekdad/2007/12/crazy-wii-remot.html
23/01/2008 klokkan 04:14 - Sammi

PC specs til Assasin's Creed
Hardwarekrøvini til telduútgávuna av Assassin's Creed hjá Ubisoft eru akkurát almannakungjørd og tað sær út til at tey sveima heilt uppi í skýggjunum saman við teimum hjá Crysis, tí hetta eru minimum krøvini til telduna:

Supported OS: Windows XP / Vista (only)

Processor: Dual core processor 2.6 GHz Intel Pentium D or AMD Athlon 64 X2 3800+ (Intel Core 2 Duo 2.2 GHz or AMD Athlon 64 X2 4400+ or better recommended)

RAM: 2 GB (3 GB recommended)

Video Card: 256 MB DirectX 10.0–compliant video card or DirectX 9.0–compliant card with Shader Model 3.0 or higher (512 MB video card recommended) (see supported list)*

DirectX Version: DirectX 10.0 libraries (included on disc)

Hard Drive Space: 12 GB

*Supported Video Cards at Time of Release:
ATI RADEON X1300-1950 / HD 2000 / 3000 series
NVIDIA GeForce 6600-6800 / 7 / 8 / 9 series


Vantandi er tað ein feilur at har stendur at tað krevur DirectX 10, tí at tað finnist ikki til Win XP! Gad vide um Ubusoft fara at geva piratum skyldina fyri vánaliga sølu av spælini og ikki hesu láturliga høgu hardware krøvunum.

Kelda: http://www.yougamers.com/news/17001_ubisoft_unveil_the_pc_specs_for_assassins_creed/
23/01/2008 klokkan 03:37 - Sammi

CoD4 nr. 1 spæl á XB Live


Top listin fyri mest spæla spæl á Xbox Live síðstu vikuna er akkurát komin og sum nakað óvanta liggur Call of Duty 4 ovast omanfyri Halo 3, sum hevur ligi ovast í mánaðar og sum mong eftir hondi vantaðu ongantíð fór at verða sligi.

Halo 3 hevur verið nógv hypa og hevur levera so nøkurlunda, við góðar sølu til framleiðararnar og góðum gameplay til spælararnar. CoD4 hevur ikki verið líka hypa, men vísir seg nú at hava minst líka gott multiplayer og nógv betur single player søgu og gameplay. Tí kann tað gott verða at sølan hjá Halo 3 verður sligin av CoD4.

Kelda: http://www.majornelson.com/archive/2008/01/21/live-activity-for-week-of-1-14.aspx
23/01/2008 klokkan 03:13 - Sammi

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 219 220 221 222 [223] 224 >