Eitt oyðilagt Hyrule í Zelda: Breath of the Wild


Næsta ár kemur aftur eitt spæl sett í The Legend of Zelda universinum. Tað eitur Breath of the Wild, og er sett til at koma út til næsta konsolið hjá Nintendo, sum eitur Nintendo Switch.

Konsolið varð avdúkað fyri tveimum mánaðum síðani, og er eitt slag av konsol-handheld hybrid. Næsta Zelda spælið verður óivað ein av stóru drívmegunum sum skal fáa fólk at keypa eitt Switch.

Í einum nýggjum trailer fyri Breath of the Wild síggja vit hints til universið tað gongur fyri seg í, men einki konkret um søgu. Tó er landslagið nakað oyðilagt og dapurt. Spurningurin er, um hetta er nakað sum hendir í spælinum, ella um tað er dapurt tá tú byrjar.

Tú sært trailaran niðanfyri. The Legend of Zelda: Breath of the Wild kemur út næsta ár.

07/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Trailer: Mads Mikkelsen í Death Stranding


Skjótt síggja vit kanska tað heilt stóra meistaraverkið hjá ikoniska japanska spæl mennara Hideo Kojima. Hann er nemliga í holt við at menna eitt spæl, Death Stranding, hjá sínum heilt egna nýggja studio.

Kojima hevur leingi verið kendur sum maðurin handan Metal Gear røðina, men í fjør varð hann koyrdur úr Konami. Tí byrjaði hann sína heilt egnu fyritøku, Kojima Productions. Fyrsta spælið har frá verður Death Stranding, sum verður ekslusivt til PlayStation 4.

Spælið hevur stjørnuleikara Norman Reedus, og nú er eisini avdúkað at danski sjónleikarin Mads Mikkelsen er við. Hann upptraðkar í nýggjasta trailer fyri spælið, sum tú sært niðanfyri.

06/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Náttúruvanlukkur komnar til Cities: Skylines


Eitt nýtt DLC er komið til býar-byggingar spælið Cities Skylines. Tað eitur Natural Disasters, og kemur við einari rúgvu av náttúruvanlukkum sum kunnu totalt destruera tín bý.

Uppdateringin varð avdúkað fyri trimum mánaðum síðani, og er nú komin út. Hon ger, at vanlukkur kunnu raka tín bý við tilvildarligum millumbilum, og so noyðist tú altso at planleggja hvussu tú og tínir borgarar hándtera hetta. Alternativt kanst tú sjálv/ur velja at blaka meteorar, tornadoar, tsunamiir og allan lort eftir tínum egna býi, um tú følir teg serliga sadistiskan onkran dagin.

Launch trailer fyri Cities: Skylines Natural Disasters er niðanfyri, og hann minnir um ein góðan gamlan náttúruvanlukku film.

05/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

The Last of Us: Part 2 er avdúkað


Tað eru trý ár síðani, at The Last of US varð útgivið til PlayStation 3. Tað tók øll við storm, og søgan um Ellie og Joel fekk spælið til at vinna eina rúgvu av virðislønum. Undirritaði heldur sjálvur, at hetta er eitt av bestu spølunum eg havi spælt.

Spælið hevði so kempustóra succes, at sjálvandi má mann vænta ein tveyara. Hann er nú avdúkaður, og tú sært avdúkingar trailer niðanfyri.

So manglar bara at síggja, um spælið livið upp til tað fyrsta.

04/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Final Fantasy XV live-action trailer


So er tað endiliga komið út. Final Fantasy XV varð útgivið fyri nøkrum døgum síðani til consoles.

Final Fantasy: Crazy Hair and Super Friendship Road Trip Simulator snýr seg um prinsin Noctis og hansara vinmenn sum eru á einum episkum ævintýri fyri at vinna trúnuna aftur til Noctis. Eitt stórt tema í spælinum er vinarbandið millum hendan kjarnu-bólkin av persónum sum spælarin stýrir í bardagum, og hesin live-action trailarin avspeglar eisini tað. Hann eitur Stand Together, og snýr seg um at standa saman sum vinir móti avbjóðingum. Passaliga cheesy.

Stand Together trailarin sæst niðanfyri. Final Fantasy XV er komið út til PlayStation 4 og Xbox One.

03/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Nýggjur bani kemur ókeypis til Titanfall 2 multiplayer


Fyri einum mánaða síðani kom Titanfall 2 út, uppfylgjarin til upprunaliga spælið sum kombinerar infantry-action við stórar mechs.

Hesuferð hevði spælið ein single-player campaign, og hon fekk góða móttøku fyri at vera innovativ og stuttlig at spæla ígjøgnum. Undirritaði er samdur.

Men sjálvandi er multiplayer aftur ein stórur partur av Titanfall 2. Nú er komin ein uppdatering til hendan partin, nemliga við einum heilt nýggjum bana sum eitur Angel City. Og einki við at tú noyðist at keypa hann við einari micro-transaction. Tú sært ein trailer fyri Angel City uppdateringina niðanfyri.

02/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Trailer fyri nýtt veiðu-spæl


Einaferð vóru veiðuspøl populer, serliga við røðini Deer Hunter. Tað er kølnað nakað í seinastuni, men theHunter: Call of the Wild vil broyta uppá tað.

Nýggja veiðuspælið sær út til at hava flottan grafikk í ein tætt-bygdum skógi, har vill djór síggjast og hoyrast. Tú ert eitt veiðufólk við tínari byrsu, og tú ert úti í nátturuni eftir tínum máli.

Um tú bara hevur skotið leirdúgvur, men kundi hugsað tær nakað størri, so kanska tú vilt royna theHunter. Trailer sæst niðanfyri.

01/12/2016 klokkan 06:00 - HForce

Nú koma skins fyri handskar til CS:GO


Counter-Strike: Global Offensive spælarar ganga høgt uppí síni skins. Tey mest populeru in-game skins kunnu seljast fyri fleiri túsund krónur.

Nú kemur enn ein pengamaskina frá Valve: skins til handskar. Tað sum tú sært allarmest í CS:GO er tínar egnu hendur, og nú kanst tú stíla tær sum tú vilt við nýggjum handskum.

Handskarnir fáast í einum nýggjum Glove Case, júst sum onnur nýggj vápna skins.
30/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 [4] 5 6 ... 222 223 224 >