Guardians of the Galaxy sum Telltale spæl


Kongurin av narrativum point-and-click spølum er Telltale Games, sum blivu kend vegna teirra spøl úr The Walking Dead universinum.

Síðani tá hava Telltale útgivið fleiri spøl úr universinum hjá øðrum skaparum. Til dømis er eitt Batman spæl frá Telltale Games, og enntá eisini eitt baserað á Minecraft.

Okkurt bendir á, at eitt Telltale Games spæl er á veg úr Marvel universinum, baserað á filmin Guardians of the Galaxy. Tað varð nemliga funnið á einum lista av spølum í einari sak hjá voice-actors til telduspøl. So sjálvt um spælið ikki er officielt avdúkað, so kunnu vit vænta at tað verður víst fram í nærmastu framtíð.
15/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Mekazoo klárar kanska at liva upp til Sonic


Spælið sum definerar at blása teg gjøgnum ein bana uppá onga tíð er sjálvandi Sonic, har tú stýrir ikoniska bláa tindasvíninum gjøgnum loops og annað í einum 2D heimi.

Nýggja spælið Mekazoo sær út til at vilja geva tær summar av somu upplivingunum. Spælið virkar 2D, men gongur fyri seg í einum lívligum 3D animeraðum heimi. Tú stýrir ikki bert eitt einkult djór, men onkran skapning sum kann skifta millum ymisk djór við ymsum eginleikum, alt eftir hvat situatiónin hevur brúk fyri.

Mekazoo er komið út á PlayStation 4, Xbox One og Steam. Tú sært launch trailer niðanfyri.

14/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Stór uppdatering til Warframe


Eitt free-to-play spæl sum hevur yvirlivað leingi eitur Warframe. Spælið kom út í 2013, og er enn eitt væl dámt co-op spæl, har tú berjist í tínari “warframe” saman við vinum móti hordum av teldustýrdum mótstandarum í einum sci-fi universi.

Ein nýggj uppdatering til spælið er júst komin, og hon eitur The War Within. Nýggjar missiónir eru klárar til tín at prøva kreftir á, í spildurnýggjum umhvørvinum við forbetraðum grafikki. Eisini nýggj sløg av mótstandarum standa klárir at knúsa teg sundur.

Tú sært trailer fyri The War Within ekspansiónina til Warframe niðanfyri.

13/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Bygg og yvirliv í nýggjari sandbox MMORPG


Planet Explorers er komið út á Steam. Spælið blakar teg á eina nýggja planet, sum er full av villum djórum í einum umhvørvi sum ikki vil tær tað besta.

Tú ert partur av einari nýggjari koloni, sum skuldi lenda í frið og náðum á hesari planetini, men tað gongur heilt galið, og skipið hjá tær krasjar.

Summi vilja samanbera spælið við Minecraft, í tí at tú kanst byggja øll møgulig tól at hjálpa tær at yvirliva umhvørvi. Tú sært launch trailer fyri Planet Explorers niðanfyri.

12/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Spæl Tron í GTA5 við nýggjum minigame


Seinasta Grand Theft Auto spælið er ein stórur sandkassi í býnum Los Santos, men hevur eisini nøkur meira ítøkilig íkast til hvat tú kanst gera.

Eitt nýtt íkast kemur í form av Deadline, ein nýggj Adversary Mode har fýra spælarar fáa hvør sína litfagra súkklu og koma upp móti hvørjum øðrum júst sum í klassikaranum Tron. Tín súkkla hevur eitt ljósspor aftaná sær, og um nakar nertir tað, spreingja tey í luftina. Soleiðis skalt tú eliminera allar mótstandarar fyri at vinna.

Tú sært eitt video um GTA Online: Deadline niðanfyri.

11/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Nýggjur trailer fyri Space Hulk: Deathwing


Vit sóðu fyrr í ár tað fyrsta til Space Hulk: Deathwing, har tú kemur at berjast umborð einari gigantiskari samling av gomlum rúmdarskipum sum ein Space Marine í Warhammer 40K universinum.

Spælið minnir uppá nakrar mátar um spøl sum Left 4 Dead og Vermintide, har tú berjir teg gjøgnum ein heim av ódjórum saman við tínum partnarum.

Tú sært ein nýggjan trailer fyri spælið niðanfyri, sum forklárar støðuna tú verður tveittur út í. Space Hulk: Deathwing kemur út tann 9. desember í ár til PC.

10/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Nostalrius vanilla WoW server kemur aftur


Fyrr í ár varð væl umtókti Nostalrius vanilla WoW servarin lukkaður niður. Servarin hevði fleiri enn 150.000 aktivar spælarar, sum allir vildu sleppa at halda áfram at spæla World of Warcraft í sínari “vanilla” útgávu uttan allar tær ekpansiónir sum eru komnar síðani spælið varð útgivið.

Nú hoyra vit, at servarin kemur á lívi aftur. Tað er ein annar privatur servari, Elysium, sum fær hetta at henda. Saman við nøkrum av toyminum hjá Nostalrius hava tey valt at host’a gamla servaran, og allir characters verða fluttir yvir til nýggjar servers hjá Elysium.

Vit vita ikki heilt, nær hetta hendir, men tað merkir at um tú spældi á Nostalrius áðrenn hann lukkaði niður, so kanska tú halda áfram at spæla við tínum sama character sum um at einki varð hent. Tú kanst lesa nakrar fleiri detaljir um hvussu hetta riggar á officiellu útsøgnini.
09/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Iron Harvest á veg við diesel-punk RTS


Ein áhugaverdur fiktivur heimur eitur er tann hjá polska Jakub Rozalski, og heimurin eitur 1920+. Tað snýr seg um eitt alternativt univers aftaná fyrsta heimsbardaga, har stórar men onkursvegna primitivar mechs verða brúktar í kríggi.

Iron Harvest er eitt spæl sum gongur fyri seg í 1920+. Spælið kemur at snúgva seg um storytelling í hesum universinum, og tekur inspiratión frá spølum sum Company of Heroes og XCOM.

Banar verða opnir og sandbox-líknandi, og tú kemur at berjast við og ímóti stórum mechs, men eisini við “vanligum soldatum” til fóts. Spælið verður ment til PC, PlayStation 4 og Xbox One.
08/11/2016 klokkan 06:00 - HForce

Kategori Arkiv Síða < 1 2 3 ... 6 [7] 8 ... 223 224 225 >