10 miliónir WoW spælarir!
22/01/2008 klokkan 22:16 - HForce


Eitt av teimum mestu spældu spølinum í heiminum, um ikki tað mesta spælda, World of Warcraft, hevur nú 10 milliónir spælarir! Tað boðar Blizzard Entertainment frá í dag. Nú hevur tað júst verið jól, so WoW hevur sikkurt ligið undir nógvum jólatrøum. Ferian hevur sjálvandi eisini givið fólkum tíð at byrja uppá spælið (aftur).

Spælið kostar £8 um mánaðin at spæla, og nógv meira í Føroyum, um ein keypur "pre-paid" kort við spælitíð. Hetta er umleið 80 krónur um mánaðin. Tað er 960 krónur um arið. Tá tú hevur 10 milliónir spælarir, verður hetta nógvir pengar tilsamans. Heilt neyvt, 9,6 milliardir krónur; umleið tað dupulta av tí føroyska BTÚ'inum!

Good game, Blizzard. Good game.

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
bugvi

10/01/2009

Stað: -
Innlegg: 6
# 1 - 22/01/2008 klokkan 22:27

Felagið hevur umleið líka nógv starvsfólk sum Føroya Tele ... rættiliga kuwl faktiskt
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 2 - 22/01/2008 klokkan 22:57

Ja, havi ofta hugsa um hatta. Tað er FANTASTISKT hatta eru NÓGVIR pengar!!!
Sammi

19/01/2016

Stað: -
Innlegg: 838
# 3 - 23/01/2008 klokkan 00:23

2008-01-22 at 9:27 PM - bugvi:
Felagið hevur umleið líka nógv starvsfólk sum Føroya Tele ... rættiliga kuwl faktiskt
Meini at FT hevur uml 250 starvsfólk í øllum føroyum. Hevur Blizzard veruliga ikki fleiri enn tað? Tða fái eg bara ikki meg sjálvan at trúgva.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.