Uppdatering kemur til No Man’s Sky
28/11/2016 klokkan 06:00 - HForce


Ársins skuffilsi eitur No Man’s Sky, spælið hjá Hello Games sum varð útgivið til PC og consoles við ekstremt stórum hype.

Spælið lovaði eitt óendaligt univers við procedurally generated planetum at uppdaga. Tað kom út við einari rúgvu av bugs, og yvirhøvur vánaligum og keðiligum gameplay.

Kanska okkurt broytist? Hello Games hava kunngjørt ein uppdatering til spælið sum skal koma skjótt. Uppdateringin eitur Foundation, og skal nemliga leggja eitt grundarlag fyri framtíðar uppdateringar. Heilt konkret nevna tey “base building”, altso at tú kanst skapa tín egna basa.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.