Bygg tín egna basa í No Man’s Sky
29/11/2016 klokkan 06:00 - HForce


Nú er ein munandi uppdatering til No Man’s Sky endiliga komin út. Hon eitur Foundation, og er eftir ætlan eitt grundarlag til at byggja víðari á hjá Hello Games, mennarin av No Man’s Sky.

Uppdateringin kemur sjálv við stórum broytingum. Serliga er tað nýtt, at tú kanst byggja tín heilt egna basa á einari planet. Tú kanst útbyggja hann so við og við sum tú samlar meira tilfeingi. Tú kanst eisini til ein og hvørja tíð teleportera millum tín basa og aðrar planetir, so tú ikki verður bundin fastur, men sleppur enn at flúgva runt og uppdaga meira.

No Man’s Sky hevur selt ekstremt væl, men tað mesta var pre-orders, av tí at spælið varð meira hyped enn nakað annað hevur verið í langa tíð. Tá ið spælið so endiliga kom út, vórðu tey flestu skuffaði.

Vit fáa at síggja, um Hello Games megna at venda skuffilsi við aftur við hesari og framtíðar uppdateringin. Tú sært eina video frágreiðing av Foundation uppdateringini niðanfyri.


Viðmerkingar: 2
Síða [1]
HForce

19/06/2017

Stað: -
Innlegg: 4350
# 1 - 29/11/2016 klokkan 07:27

Nakar sum ætlar sær at geva tí ein eyka kjans?
Blizzmaster

03/06/2017

Stað: -
Innlegg: 1471
# 2 - 01/12/2016 klokkan 23:07

Eg umhugsi tað, men bíði nokk til nøkur updates eru komin afturat.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.