Final Fantasy XV live-action trailer
03/12/2016 klokkan 06:00 - HForce


So er tað endiliga komið út. Final Fantasy XV varð útgivið fyri nøkrum døgum síðani til consoles.

Final Fantasy: Crazy Hair and Super Friendship Road Trip Simulator snýr seg um prinsin Noctis og hansara vinmenn sum eru á einum episkum ævintýri fyri at vinna trúnuna aftur til Noctis. Eitt stórt tema í spælinum er vinarbandið millum hendan kjarnu-bólkin av persónum sum spælarin stýrir í bardagum, og hesin live-action trailarin avspeglar eisini tað. Hann eitur Stand Together, og snýr seg um at standa saman sum vinir móti avbjóðingum. Passaliga cheesy.

Stand Together trailarin sæst niðanfyri. Final Fantasy XV er komið út til PlayStation 4 og Xbox One.


Viðmerkingar: 2
Síða [1]
HForce

23/04/2017

Stað: -
Innlegg: 4347
# 1 - 03/12/2016 klokkan 11:10

Kempustór plakat og videolýsing fyri FFXV á ráðhúsplássinum her í Keypmannahavn.
Tanerion

17/04/2017

Stað: -
Innlegg: 1948
# 2 - 04/12/2016 klokkan 05:26

Hatta var ein rættuliga gomul mynd tú valdi at brúka til bannara. Heilt frá tíðini tá tað átti at koma út til PS3

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.