Cinematiskur trailer fyri Dragon Quest XI
18/12/2016 klokkan 06:00 - HForce


Klassiska japanska røðin Dragon Quest fær eina installatión afturat, og hesuferð verður tað Dragon Quest XI. Tað verður útgivið til bæði “ordilig” consoles og til hándhildna Nintendo 3DS.

Spælið varð avdúkað í fjør, og stendur til at koma út í Japan næsta ár. Sum fyrr, so kemur tú at berjast í einum fantasi-heimi við einari ørgrynnu av ódjórum.

Dragon Quest XI kemur út til PlayStation 4, Nintendo Switch og Nintendo 3DS. Tú sært nýggja cinematiska trailer fyri spælið niðanfyri.


Viðmerkingar: 1
Síða [1]
Tanerion

06/07/2017

Stað: -
Innlegg: 1961
# 1 - 18/12/2016 klokkan 07:16

So er bara at vóna at tað kemur út her í vesturheiminum hesaferð í mun til DQX. Men tað má man næstan rokna við so hart sum tey hava koyrt á okkum við DQ Heroes og DQ Builders í seinastuni.

Cool at 3DS versiónin er eitt heilt annað spæl við vanligum 3DS grafikki á tí eina skerminum og 16-bit grafikki á hinum. Spentur uppá at síggja hvussu verður við Switch versiónini.

Hetta er eitt av spølunum eg havi glett meg allarmest til seinastu árini og ikki minst tí tað kann spælast á einum sjónvarpi ið jú ikki hevur verið møguligt síðan DQ8 (her tosa vit ikki um spinoffs) ið var mítt yndisspæl á PS2.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.