The Walking Dead fær eitt augmented reality spæl
30/08/2017 klokkan 06:00 - HForce


Tann heilt stóra succes-søgan Pokémon GO var eitt av teimum fyrstu spølunum sum fingu ordiliga væl útnyttað "augmented reality" (AR), har tú leggur ein alternativan veruleika omaná tín egna fysiska veruleika.

Nógv væntaðu at síggja eina rúgvu av kopium tá ið Pokémon GO byrjaði at prenta pengar, men vit hava ikki sæð nakað serligt til líknandi spøl.

Nú er tó avdúkað, at kenda sjónvarps-røðin The Walking Dead verður gjørt til eitt AR spæl. Tú hevur nokk ofta diskutera við vinir, hvussu tit vildu gjørt í einari hypotetiskari zompie apocalypse, men komandi AR spælið vil nemliga fylla tín egna fysiska heim við zombies.

Hetta riggar allarhelst við at tú peikar títt kamera á telefonini rundanum teg, og zombies koma eftir tær úr øllum ættum. So kanst tú brúka vápn tú finnur til at berja hesar zombies vekk. Eisini sær tað út til, at tú kanst rekruttera figurar úr sjónvarps-røðini at berjast við tær.

Spælið eitur The Walking Dead: Our World, og varð avdúkað við einum nýggjum trailer sum tú sært niðanfyri. Tíverri síggja vit einki konkret gameplay, men vit fáa allarhelst skjótt at síggja akkurát hetta spælið kemur at rigga.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.