Nintendo Switch verður enn meira portable
10/07/2019 klokkan 06:00 - HForce


Tað eru trý ár síðani nýggjasta konsolið hjá Nintendo varð avdúkað. Talan er sjálvandi um Nintendo Switch, sum er serstakt uppá tann mátan at tað kann brúkast sum ein sjálvstøðug hándhildin maskina, men eisini knýtast til sjónvarpið sum ein "vanlig" konsol.

Nú avdúkar Nintendo eina nýggja útgávu: Switch Lite. Hon minnir um upprunaliga Switch, men kann bert brúkast hándhildið. Tú kanst ikki knýta tað at sjónvarpinum.

Switch Lite er eitt sindur minni: skermurin er 5,5 tummar heldur enn 6,2 tummar. Og joystickini ("Joy-Cons") kunnu ikki takast av, men sita fast sum integreraður partur av konsolinum.

Nintendo Switch Lite kemur út tann 20. september 2019, samstundis sum spælið Link's Awakening, í trimum ymsum litum: grátt, gult og turkis.

Tú sært avdúkingina av Nintendo Switch Lite niðanfyri.


Viðmerkingar: 5
Síða [1]
HForce

18/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4373
# 1 - 10/07/2019 klokkan 16:06

Nú minnir tað enn meira um PSP, ein av mínum yndis maskinum nakrantíð.
Likka_64

19/07/2019

Stað: -
Innlegg: 244
# 2 - 10/07/2019 klokkan 16:14

Fínt alternative
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 3 - 12/07/2019 klokkan 20:30

Meykar sense. Bíligari og eitt evarka lítið sindur minni og bara mobile - eingin docking. Perfekt um tú ert ein sum bara spælur handheld.
Tanerion

17/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1990
# 4 - 17/07/2019 klokkan 22:17

Vónandi heldur battaríið longri.
HForce

18/07/2019

Stað: -
Innlegg: 4373
# 5 - 18/07/2019 klokkan 23:02

17/07/2019 klokkan 22:17 - Tanerion:
Vónandi heldur battaríið longri.


Ta-da!: https://www.theverge.com/2019/7/17/20697601/nintendo-switch-new-model-battery-life-improvements

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.