Likið video frá einum komandi Harry Potter RPG spæli
03/10/2018 klokkan 06:00 - HForce


Fyri nógv av okkum hevur Harry Potter eitt serligt samband við barndómin. Tað gav okkum ein heim fullan av gandi og íblástri.

Síðani filmarnir byrjaðu at koma út eru eisini komin fleiri spøl, men tey hava fyri tað mesta verið beinleiðis tengd at filmunum. Tað sær út til at eitt spildurnýtt RPG spæl sett í Harry Potter universinum er á veg.

Tað sæst í einum video sum er likið av einum persóni sum sigur seg hava sæð spælið tá ið mennarin vildi testa hvat fólk halda um tað. Av tí sama er video’ið í vánaligari góðsku, av tí at tað er upptikið av einum skermi við einari telefon.

Tað sigst at spælið gongur fyri seg í 19. øld, og at tú ert ein næmingur á Hogwarts. Tú spælir nokk ikki ein persón vit longu kenna úr søguni, tí video’ið vísir ein character creator har tú kanst bestemma hvussu tú skalt síggja út.

Vit vita ikki nógv um hetta spælið, men tað verður spennandi at síggja hvat verður sagt um tað officielt. Tú sært tað liknað video niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.