Víkingar ráða í Assassin's Creed Valhalla
30/04/2020 klokkan 06:00 - HForce


Komandi Assassin's Creed spælið er avdúkað, og tað eitur Valhalla.

Fjepparar hava í nógv ár umbiðið eitt innslag í røðini við víkingum sum tema, og nú kemur tað endiliga. Tú fært leiklutin sum Eivor, ein norskur víkingur á herferð til Onglands.

Spælið kemur millum annað at snúgva seg um tína egnu bygd. Tað er har frá tú byrjar ævintýr og ofta endar tey, og tú kemur at síggja avleiðingar av tínum avrikum og avgerðum við hús.

Tað er upp til tín sjálvs um Eivor er eitt mannfólk ella konufólk, og tú hevur ávirkan á útsjónd via skegg og tatoveringar (nokk mest tað seinna um Eivor er eitt konufók).

Assassin's Creed kemur út móti jólum 2020. Tú sært avdúkingar trailer fyri spælið niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.