Highlights frá TT Gaming kappingini í LoL
01/05/2020 klokkan 06:00 - HForce


TT Gaming Online kappingin í League of Legends er liðug fyri hesu ferð. Sekstan lið luttóku um vinningar fyri tilsamans 13.000,- DKK frá TelduTænastuni.

Stóri vinnarin gjørdist Tik Tok Tacticians.
Teir tóku fyrsta plássið og vinningar fyri 7.000,- DKK.
Annað pláss fór til taparan í finaluni, Gotta Písk Them All.

Tillukku til øll liðini fyri eitt flott avrik, og ikki minst tillukku til fyriskipararnar fyri eina væleydnaða kapping: Arnarchy, Petur og Stalwart.

Niðanfyri sært tú eitt highlight video úr øllum dystum í finaluvikuni.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.