FPS spælið Crucible kemur skjótt frá Amazon
11/05/2020 klokkan 06:00 - HForce


Sum so mong eru Amazon á veg inn í spæl-ídnaðin. Higartil hava tey bara gjørt fittlig Android spøl, men nú kemur skjótt tað fyrsta "ordiliga" spælið frá gigantinum.

Tað eitur Crucible, og er eitt innslag í tí eftirhondini ríka hero-shooter sjangruni. Tað lanserar við 10 heroes og trimum spæl-modes.

Crucible kemur út tann 20. mai á PC, og tú sært ein trailer til spælið niðanfyri.

Tað er altíð spennandi at síggja nýggj innsløg frá stórum fyritøkum sum hava potentiali at koma við onkrum nýskapandi, men persónliga haldi eg at Crucible sær óinspirerað og næstan keðiligt út. Vónandi taki eg feil. Hvat heldur tú?


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.