Vøkur PS5 demo við nýggja Unreal Engine
14/05/2020 klokkan 06:00 - HForce


Sony sigur at í ár kemur PlayStation 5 á hillarnar. Nú eru tað eisini sjey ár síðani, at PlayStation 4 varð útgivið.

Sjálvandi lova tey betri grafikk, men tólini til hendan grafikkin skulu eisini byggjast. Nú hevur Epic Games avdúkað nýggjastu útgávu av sínum Unreal Engine.

Hetta varð gjørt við einari vakrari demo, har spælarin stýrir einum karakteri gjøgnum eitt landslag bygt við nýggju tøknini.

Av serligum nýggjum funkum er til dømis Lumen, eitt nýtt system til realistiskt ljós. Eisini er nakað líknandi gjørt við ljóði, sum ferðast í umhvørvinum sum í veruleikanum.

Tú sært fulla video'ið av hesari demo niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.