Update: Gaming.fo
29/01/2008 klokkan 12:27 - HForce


Nú hevur Gaming.fo veri uppi í eina góða viku!
Eg haldi tað hevur gingið alright, og eg vóni at tað fer bara at ganga frameftir.

Tað næsta vit vilja gera er at skipa fyri tiltøkum. Vit hava kontakt við Elding, og hava ætlanir um at skipa fyri onkrum stuttligum tiltaki har. Vit mangla bara at fáa nøkur ting ordnaði fyrst.

Viðvíkjandi heimasíðuni. Eg veit har eru ymisk ting sum ikki riggað heilt sum tey skulu. Til dømis at "Seinastu Tíðindir/Innlegg" til høgru bert ganga upp til 4, ikki til 9 sum tey eiga. Hann sum ger heimasíðuna hevur fingið ein lista av ymsum fixum sum skulu gerast. hann er bara for sløvur til at hava gjørt tey enn. Eg blívi við at pressa hann.

Hvussu halda tit annars tað gongur? Hvat burdu vit gjørt fyri at gjørt tað betur? Kom endiliga við uppskotum. Og minst til, vit hava eisini eina "Feedback" sektión í forums, so tað er bara at koma við hugskotum!

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.