Call of Duty 4 - ringt og gott
21/01/2008 klokkan 14:46 - DemonHunter



Call of Duty 4 "Singeplayer"

Eg fari at skriva eitt sindur um Call of Duty 4, nú eg havi sitið í 6 - 7 tímar og spælt. Legg merki til, at eg havi onga royndir og havi heldur ikki klárað spælið, til at geva eina heilt seriøsa og professionala meining, men her hava tit so tað.

more... +-

Tað góda:

CoD4 er eitt heilt óvanliga flott spæl, tað er so sikkurt - og tað koyrir eisini flótandi, í mun til, hvussu tað sær út grafiskt. Eg má eisini siga, at eg eri heilt yvirraskaður hvussu góð søgan og dialogurin er; teir hava heilt sikkurt gjørt nógv burtur úr.

Má so siga, at A.I. ikki heilt livir upp til tað væntaða, men tað er heldur ikki keðiligt. Eg eri heilt sikkurt nøgdur, tá tað kemur til stykkis. Einki er, sum at skjóta fleiri headshots ræð eftir ræð.

Hvørjaferð tú klárar eina uppgávu í spælinum, so vísur tað eitt videoklipp frá fylgisveininum og zoomar heilt niður á jørðina. Eg bleiv ótrúligani glaður at síggja hetta - havi ofta hugsa um akkurát hetta.


Tað ringa:

Higartil kann eg ikki siga nógv keðiligt um spælið. Gleði meg sera nógv at sleppa at royna 'multiplayer', men um eg verði noyddur at nevna okkurt keðiligt við CoD4, so má eg nokk siga, at tad hevði verið framúr, um A.I. var eitt sindur gløggari, men ein kann sikkurt altíd velja eitt torførari torleikastig, ella líknandi.

Nú havi eg so skriva eina orduligani óprofessionala meining um CoD4, so kann onkur annar møguliga geva eina djúpari og breiðari meining í einari viðmerking niðanfyri.


Vil heilt sikkurt mæla fólki til at keypa og royna hetta spælið!


CoD4 fær 8.7 út av 10 stjørnum!




Viðmerkingar: 7
Síða [1]
Sammi

19/01/2016

Stað: -
Innlegg: 838
# 1 - 21/01/2008 klokkan 15:49

Spæli hevur ótrúðliga flottan grafik. Næstan bara Crysis er betur.

Søgan er framúr og gameplay er undirhaldandi.

Eitt solidt 9 út av 10 frá mær.



Siðst broytt av Sammi tann 21/01/2008 klokkan 16:10 (broytt 3x)
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 2 - 21/01/2008 klokkan 16:08

Nú havi eg bara prøvað multiplayer - og tað var heilt ótrúliga skeg. Ljóðar sum man skal fara prøva singleplayer eisini.

Eitt deiligt ummæli

Multiplayer fær 9.6 út av 10 frá mær.
DemonHunter

03/02/2008

Stað: -
Innlegg: 9
# 3 - 21/01/2008 klokkan 16:22

Yeah, forbanka gott nokk !!!


Siðst broytt av DemonHunter tann 21/01/2008 klokkan 16:33 (broytt 1x)
BuBu

12/07/2015

Stað: -
Innlegg: 206
# 4 - 21/01/2008 klokkan 17:07

Nú má eg sku siga frá tí sama sum Dreakan havi bert prøva "multiplayer" tad var framúr gott stuttligt og undirhaldandi spæl so gud viti hvussi tad er tá tad kemur til single player

eitt solid 9/10 frá mær
HForce

20/11/2017

Stað: -
Innlegg: 4360
# 5 - 21/01/2008 klokkan 18:05

Multiplayer er stuttligt. Havi spælti eitt sindur public, og annars ein ordiligan dyst. Í hvussu so er einki skil á hjá mær tá.

Singleplayer virkar stuttligt, men eg fái ikki ordiliga spælt tað meir. Í bananum har mann skal bjarga Nikolai, so byrjar at ganga gali við ljóðinum. Tað blívur tann berur kavi. Veit nakar hvat eg kann gera við hetta?
DemonHunter

03/02/2008

Stað: -
Innlegg: 9
# 6 - 21/01/2008 klokkan 18:24

Updatera ljód drivarnir, service pack 2, installera direct x umaftur, skift ljód instillingar, ella updatera spæli?
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 7 - 22/01/2008 klokkan 22:48

klaraði singleplayer uppa ein dag , og havi spælt eitt sindur online , og eg haldi at tað er eitt heilt gott spæl

A.I. a Reqruit level er for lætt , og um tu hevur spælt tað a reqruit sigur tað seg sjalvt at A.I. hevur verið eitt sindur vanligt , men eg spældi alt spælið a Hardened og tað var passaligt

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.